Blátt Gras í Reinsarínum
Leygarkvøldið 3. mai kl.20
Bólkurin “Blátt Gras” byrjaði á vetri 2012. Manningin er øll úr Vágum og hava teir júst givið eina fløgu út, ið kallast “Veðurmaðurin”.
Teir eru kendir fyri at spæla góðan tónleik, samstundis sum teir undirhalda við skemtiliga huglagnum teir hava.
Nýggja fløgan hevur fingið serstakliga góð ummælir, so kom og uppliv eitt fantastiskt kvøld í Reinsaríinum.
*Peningurin fer óskerdur til nýggjan bygning hjá City Church Tórshavn
________________________