City Kids er sunnudagar kl 13.30-15.00. Í City Kids leggja vit dent á, at børnini hoyra og læra um tær mest týdningarmestu bíbilusøgurnar.
Í Bíbliuni brúkar Gud nógvar hetjur. Ígjøgnum hesar søgur læra vit ikk bert, at lívið kann til tíðir verða avbjóðandi, men vit læra eisini um, at Gud er altíð hjá okkum. Hann er ein livandi Gud, ið elskar okkum og sum ynskir at troysta okkum, tá ið vit eru kedd.
Børn ella smábørn
Børnini er meira enn vælkomið at vera við, men um tey ikki ordiliga hava bindindini at sita ella verða við, so hava vit eisini eitt foreldra rúm til foreldur og smábørn.
City Kids Leiðari: Rigmor Fonsdal
Eg eiti Rigmor, eri gift við John, og saman eiga vit 3 deilig børn. Tey seinastu 7 árini havi eg havt høvuðsábyrgd av City kids, ið er barnaarbeiðið í City Church, og tað dámar mær avbera væl