empowerlogo21

30 Apríl - 01 mai 2021

Tekna teg niðan fyri!

Sign up below!

Eitt fantastiskt vikuskifti, fyri allar gentur og kvinnur 💫 Har verður tónleikur, lovsangur, nærvera, íblástur, látur, grátur, samvera og hugni 😍 Evnið í ár verður MEGNAR, sum vit fara at hyggja nærri at 💪🏻 Miðvís, Ekkaleys, Gávumild, Nøgd, Arbeiðssom og Rólig. Vit gleða okkum 😊

Talarar | Speakers

Hjørdis Háberg Petersen

Hjørdis er sera rólig av lyndi, men samstundis ein sera miðvís kvinna og íverkseti, sum málrættað fer eftir tí, sum hon brennur fyri. Hjartað er fult av kærleika til Gud og menniskju, og er hon við til at geva íblástur og uppmuntran til bæði ung og gomul. Hjørdis er gift við Dánjal og tey eiga 4 børn.

Ann Gvøðny Dánialsdóttir

Ann Gvøðny er ein arbeiðssom, málrættað og hjartagóð kvinna. Henni dámar væl nýggjar avbjóðingar og hevur altíð gott skil á tingunum. Ann Gvøðny arbeiðir sum projektleiðari í Betri Banka. Hon brennur fyri at kristna lívið er okkara dagligdagur og ikki bert orð. Er gift við Johannes og eiga tey 3 synir. 

Rúna Lamhauge

Rúna er ein fevnandi, stuttlig og inspirerandi/kveikjandi kvinna. Hon er ikki bangin fyri at taka fatt og er sera gestablíð. Rúna eigur og rekur kreativa blómuhandilin Árstíðirnar. Hon brennur fyri at menniskju verða loyst frá fordøming. Er gift við Heðin og tey eiga 5 børn. 

Hallgerð Akurstein

Hallgerð er ein framsíggin, fús, hjálpsom og hjartagóð kvinna, sum hevur eina breiða vitan um alskins viðurskiftir. Hon brennur fyri at menniskju koma inn í gudgivnu ætlanina fyri teirra lívi. Hallgerð arbeiðir, sum samkomuleiðari á Soli Deo Gloria í Klaksvík, saman við manninum Hendrik. Tey eiga tveir synir.