Empower verður í Lívdini í Hoyvík.
Legg til merkis!
Empower verður í Lívdini í Hoyvík.
Legg til merkis!

Empower'24 verður í Lívdini í Hoyvík.

Vit gleðast um, at okkara Empower kvinnustevna kann verða veruleiki aftur í ár, hóast okkara City Church bygningur er brendur. Fantastiskt at merkja hjartalagið kring landið í slíkum tíðum.

Í ár eru fleiri pláss enn vanligt og umstøðurnar eru góðar til mammur við smáum børnum. Øll stevnan verður tulkað til enskt og til ber hjá hoyriveikum, at hoyra alt á føroyskum í egnari telefon.

Legg somuleiðis til merkis, at skráin leygardagin er tillagað.

Vit gleða okkum til enn eina fantastiska stevnu í ár

Talarar

Lene R. Jørgensen

Høvðustalari

Lene er uppvaksin í Danmark og hevur, saman við manninum Andreas, arbeitt nógv ár í samkomu.

Tey eiga 6 vaksin børn og eisini fleiri ommu- og abbabørn.
Lene arbeiðir til dagligt sum sosialnámsfrøðingur og hevur serliga arbeitt nógv við børnum og ungum. Hon elskar tað orkuna og forvitni uppá lívið, sum tey hava, tí tað er smittandi, og har følir hon seg sera væl. 

Um seg sjálva sigur Lene: 
Eg eri ein kvinna, sum altíð royni at fara væl við fólki. Eg eri humoristisk og elski litir. Eg elski at lesa bøkur, at hekla, ganga túrar, og so elski eg mína trúgv, sum gevur mær so nógva meining í lívinum. 
Trúgvin er mítt akker og eg eri glað fyri at hoyra heima eitt stað. Samkoman er ein stórur íblástur, og eg elski at samkoman rúmar øllum ættarliðum. Eg eri uppá ongan máta kreativ og syngi ikki gott, so tí pyntar samkoman eisini uppá teir manglarnar í mínum lívi.

Hjørdis Háberg Petersen

Talari / Samskipari

Hjørdis er stovnarin av Empower kvinnustevnuni, og liggur tað henni nær at hjarta, at kvinnur skulu vera settar í frælsi, og at tær koma at kenna, hvørjar tær eru í Gudi.

Hjørdis lærdi Jesus at kenna sum smágenta, og hevur hon verið virkin i kristnum arbeiði líka síðan.
Hjørdis elskar at tosa um Guds trúfesti og um Hansara persónliga áhuga í hvørjum einasta menniskja.

Hjørdis er virkin í City Church og í eftirskúlanum, Brúgvin, í Skálavík. Hjørdis er gift við Dánjali, og eru tey signað við børnunum, Sitri, Hananju, Rebekku Rafael og Ísak og verdóttrini Caru og ikki minst lítla ommusoninum Caleb.

So tað er við gleði, at vit kunnu siga, at tit sleppa at hoyra Hjørdis tala aftur í ár.

Ógloymandi løtur

Skrá

Skrá til Empower’24
Fríggjakvøld 8. mars
18:00 Dyrnar lata upp - Skráseting
19:00 Empower’24 byrjar – Setan, lovsangur og íblástur
21:00 Endi og drekkamunnur

Leygardagur 9. mars
09:00 Dyrnar lata upp
09:30 Tími 1
10:45 Steðgur við drekka og ábiti
11:30 Tími 2
12:30 Steðgur

14:30 Sofaprát

16.30 Dyrnar lata upp
17:00 Lovsangur og tími 3
18.30 Steðgur við drekkamunni
19:00 Heiðran og fest
19:45 Endi