
Empower
Aftur í ár gleða vit okkum til Empower, sum verður í Lívdini í Hoyvík, 21.-22.mars
Evnið hesaferð verður CHANGED ella umbroytt! Vit fara at hoyra kvinnur fortelja hvussu tær hava upplivað Guds umbroytandi kraft!
Høvuðstalari verður Lavanya Dua, sum er lækni og ein trúar kvinna. Hon brennur fyri at menniskju skulu uppliva frælsi frá ótta, strongd, angist og tunglyndi.
Hon hevur ”granskað” innan heilan, bæði tann kroppsliga partin, tankamynstur og tann andaliga partin.