Vælkomin heim!

Sunnudag kl 13 er møti í City Church.

Tú ert hjartaliga vælkomin!

Hvørt møtið hevur lovsang, talu og eisini er City Kids á skránni, sum byrjar kl 13:30. Tú verður møtt/ur í hurðini av fólkum, sum bjóðar tær vælkomin. Hevur tú nakrar spurningar, so ert tú vælkomin at spyrja tey. Tú ert vælkomin at fáa tær kaffi og annað gott, sum er at fáa. Um tú hevur verið fyrr ella er fyrstuferð, so gleða vit okkum at síggja teg.

Spurningar?

Tað er eingin loyna, at tað kann verða ein avbjóðing at vitja eina samkomu. Onkuntíð kann ein halda seg aftur, tí man veit ikki heilt, hvat man kemur til og hvat man kann vænta. Vónandi kunnu spurningarnir her hjálpa.

Vit skulu í øllum førið gera okkara til, at tú fart eina góða uppliving og gleða okkum at síggja teg.

Møtini eru vanliga 90 min ish. Byrja verður við einum lovsangi. Síðan kemur onkur at bjóða vælkomin. Eftir hetta verður aftur lovsangur. Tá lovsangurin er liðugur verður møguleiki at geva til samkomuna (hetta er sjálvandi frívillugt). So verður lýst við hvat er á skránni fyri komandi vikuna. Tá tað er liðugt kemur onkur at hava eina talu, sum varar umleið 35 min. So verður enda við einum ella tveimum sangum.

Tað kunnu koma broytingar í, men hetta er sum oftast soleiðis eitt sunnudagsmøtið sær út.

Møtið byrjar kl 13, men um tú møtir 10 min áðrenn, so er kaffi og okkurt gott at fáa. Eisini fært tú møguleikan at práta við ymisk fólk. Og um man er eitt sindur seinur, so ger tað heldur einki.

Hvønn sunnudag kl 13:30 er City Kids á skránni. Øll samlast saman fyrstu 30 min, síðan kemur ein tekstur á skermin, sum sigur at City Kids byrjar. Tá fara børnini í onnur hølir. Tú ert vælkomin at fara við tínum børnum, men tey eru eisini vælkomin at fara sjálvi.

Vit hava fólk úr ymiskum londum og øll skilja ikki føroyskt, tí hava vit umseting hvønn sunnudag til enskt. Vit brúka eina app, sum eitur Live Voice og møguleiki er at taka hana niður her (iOSAndroid) (við okkara kodu). So kanst tú brúka tína telefon at lurta við.

Sum partur av møtinum, so geva vit møguleikan hjá fólki at geva fíggjarliga til tað arbeiði sum samkoman ger. Hetta er sjálvandi frívillugt og einki krav, eingin fer at spyrja eftir.

Vit hava onga dresscode, so tú ert vælkomin akkurát sum tú ert

✹ Kom við okkum kl. 13:00 í Reinsarínum sunnudagin ella hygg við á netinum.