Leadership

Pastors & Staff

Guðrið & Tom

 Pastors 

Guðrið og Tom Jacobsen eru samkomuleiðarar í City Church Tórshavn.
Guðrið brennur fyri tí kreativa, og hevur eisini verið á creative DTS í Norra. Har var hon í 9 mánaðir. Tom brennur fyri City Church. Tom hevur eisini verið á DTS, hann fór allanvegin til Taiwan. Har var hann í 6 mánaðir. Eftir hetta fóru Guðrið og Tom til USA á skúlan hjá Bethel Church í Redding California, sum nevnist BSSM (Bethel School of Supernatural Ministry). Tey vóru har í 2 ár og vóru aftur í Føroyum á sumri 2011. Síðani tá hava tey verið partur av City Church. Bæði tvey brenna fyri Guds ríki og ynskja at boða Hansara frælsi til alt Føroyar. Guðrið og Tom giftust í 2010, og saman eiga tey fýra børn, Bjarta, Filip og so tvillingarnar Hákun og Mattias, sum tey eru sera stolt av.

Ann Gvøðny & Johannes

Leaders

Ann Gvøðny Dánialsdóttir og Johannes Ólavsson hava verið gift síðani 2002 og eiga tríggjar dreingir, Ólavur, Dánial og Bartal. Ann Gvøðny er uppvaksin í samkomuni Evangeliihúsið, nú City Church, og er dóttir Lív og Dánial á Dul Jacobsen, sum vóru fyristøðupar í somu samkomu í 15 ár.
Í samkomuni er Johannes mest aktivur í lovsangi og teknikki, og Ann Gvøðny virkar mest sum samskipari og kassameistari.
Ann Gvøðny er útlærd sum bankafólk og hevur arbeitt í banka í fleiri ár. Nú arbeiðir hon sum projektleiðari hjá Betri. Johannes er yvirstýrimaður umborð á Hav Skandic.
Tað, sum tey brenna fyri í samkomuni, er, at menniskju trívast og kunnu brúka allar tær gávur, sum Gud hevur lagt í hvønn einkultan bæði til at vaksa sjálvi og at náa onnur menniskju í livandi relatiónum.

Hjørdis & Dánjal

Leaders

Hjørdis og Dánjal hava síðani tey komu saman í 1981, brent fyri at bera boðskapin um vón, út til menniskju nær og fjar.
Tey giftust í 1985 og var teirra brúðarferð til Randers, á Go-festival við YWAM ☺
Tey eiga 4 vaksin børn, sum øll eru sera kreativ.
Hjørdis og Dánjal komu í 2014 heimaftur úr Bretlandi til Føroya, at leiða samkomuna Evangeliihúsið, inn í nýggja kapitlið, sum City Church Torshavn.
Tey eru sera virkin innan samkomu arbeiði og í 2020 settu tey eftirskúlan Brúgvin í Skálavík á stovn.

DJ Daniel Jóhan 

Youth Pastor

DJ er ungdómspastorur og hevur ábyrgdina av ungdóminum í City Church, sum eitur Elevation Tórshavn.