Filippibrævið 1. Partur

May 4, 2020    Trúgvi Hansen
Hey góðu tit í City Church Eg havi tikið stafettina upp eftir Heðin Lamhauge sum kallast “SAMAN”. Vit koma næstu tvær vikurnar at taka Filippibrævið ígjøgnum. Eg komi at leggja 6 partar inn á hendan bólkin. Tað verður mánadag, mikudag og fríggjadag, tær komandi tvær vikurnar. Eg komi at hugleiða um ymiskt sum Paulus skrivar, og hvat orsøkirnar kunnu vera til, at hann skrivar soleiðis. 1.partur er ein intro til brævið, har eg m.a greiði eitt sindur frá um býin Filippi bæði søguliga, mentunarlig, og at enda hvussu Filippi var á døgum Paulusar. Vit standa SAMAN í hesi tíðini, og vit bera hvønn annan uppi við bønunum 🙏 Síggjast Bless. Trúgvi