New To Church

Vit eta ein døgurða saman og brúka tíð uppá at koma at kenna hvønn annan. Her kemur tú at møta nýggjum fólkum og fólki sum hava verið í City Church í eina tíð.

Vit práta um virksemi í samkomuni og hyggja uppá visiónina hjá City Church. Her hevur tú eisini møguleikan at gerast partur av einum CC Connect bólki ella toymi um tú ynskir tað.

New to Church dinner er hálva hvørt ár eftir møti ein sunnudag. Kannað á her fyri at síggja nær næsta New to Church dinner er. Vit gleða okkum at síggja teg.

✹ Kom við okkum kl. 13:00 í Reinsarínum sunnudagin ella hygg við á netinum.