Um Okkum
Vælkomin í City Church!
Vit eru fegin, at tú ert her, og vóna, at tú følir teg heima.
Í City Church trúgva vit uppá at byggja ein felagsskap, har øll eru vælkomin, finna sítt pláss og síggja Guds ætlan og hvørji vit eru í Honum. Um tú ert nýggjur í samkomuhøpi ella leitar eftir einum staði at hoyra til, so ert tú komin á rætta stað.
Vit eru her til at ferðast saman við tær og vilja fegin bjóða tær vælkomin til eitt av okkara møtum.
Vit vóna at síggja teg skjótt!
Tom Jacobsen
Pastor í City Church
Our Vision
Vón til býin
Jesus er okkara æviga vón. Vit ynskja at bera hesa vón víðari til øll menniskju.
Jesus er svarið til alt! vit boða ikki eina religión, men eina relatión við Jesus, sum er miðdepilin í øllum okkara virki.
Vit brenna fyri menniskjum. vit ynskja at geva menniskjum
vón, óansæð hvar tey eru í lívinum. her er rúm fyri øllum og
vit ynskja at menniskju merkja at tey eru komin heim.
Vit eru eitt eldhugað (passionate) fólk, sum elska tað sum vit gera. vit síggja tað sum ein framíhjárætt at sleppa at vera við. Vit eru “all in”.
Vit virka fyri ymiskleikanum,vit standa saman í city church. vit hava felags visjón og misjón.
Vit koma ikki bara við væntanum um at fáa, men eisini fyri at tæna. vit síggja tað sum eina signing at sleppa at tæna menniskjum.
Vit trúgva á ein yvirnatúrligan gud og at hann á ein púra natúrligan hátt er mentur at gera yvirnatúrlig ting við og ígjøgnum okkum sum hansara samkoma.
Samkoman er menniskju, sum koma saman. Tí møtast vit regluliga, bæði í samkomubygninginum og í heimunum.
Hvat trúgva vit?
Tú kanst hyggja at okkara trúarjáttan fyri at læra meira um, hvat vit trúgva. Um tú hevur nakrar spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, so svara vit tær fegin.