Dópur

Baptisms

At lata seg doypa er ein stór avgerð, og vit vilja vera her at hjálpa tær á vegnum.

Ert tú klár/ur at taka tað næsta stigið? Trýst her fyri at spyrja spurningar, ella fáa meira vitan um hvussu tú kanst lata teg doypa.

Hvat er dópur?
Dópur er ein bíbilsk lýdnis gerð. Tað er ein profetisk og sjónlig proklamatión av okkara trúgv á Jesus.

Jesus lærdi okkum hetta
Jesus sjálvur varð doyptur, hóast Hann var syndafríur. Tað er ein fyrimynd fyri okkum. Hann bað eisini síni fylgjarar doypa onnur – sum partur av Missiónsboðunum:

“Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonsins og Heilaga Andans.”
– Matt. 28:19

Dópurin í Bíbliuni

Filip og hirðmaðurin
“Hygg, her er vatn – hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?”
– Áp. 8:36
Tá ein eingil sendi Filip til hirðmannin úr Etiopia, kunngjørdi hann evangeliið. Hirðmaðurin trúði –
og varð doyptur beinanvegin.

Hvat merkir dópurin?
Dópurin er ikki bara ein symbolsk gerð – tað er nakað djúpt og andaligt:

Vit drukna okkara gamla menniskja og verða reist upp sum nýggj menniskju (Róm. 6)
Vit vísa okkara trúgv og játtan á Jesus Kristus (1 Pæt. 3:21)
Tað er ein sáttmáli við Gud, har vit siga: “Eg hoyri Honum til.”

Dópurin frelsir ikki – men…
…hann er ein almenn proklamatión uppá, at tú longu hevur trúgv og játtan á Jesus sum Harra.

3 Grundir at lata seg doypa

  1. Jesus gjørdi tað – og vit vilja fylgja Honum!
  2. Gud bað okkum – dópurin er partur av at lýða Jesus.
  3. Tað vísir tín trúgv – dópurin er eitt tekin uttaná av tí, sum longu er hent innaní.

Hvussu dópa vit?
Vit doypa við at tú fert fult undir vatn – í trúnni á Jesus, og í navni Faðirsins, Sonsins og Heilaga Andans.
Tað er eitt tekin av tí veruligu broytingini í tínum lívi.

Ynskir tú at lata teg doypa?
So skal tú…

Trúgva á Jesus sum Harra og Frelsara.
Vera klár/ur at siga ja til Hann – fyri alt lívið.

“Eg trúgvi, at Jesus Kristus er Sonur Guds!”
– Áp. 8:37

Dópur er eitt natúrligt stig tá ein er komin til trúgv á Jesus. Í dópinum jarða vit tað gamla lívið og rísa upp til nýtt lív saman við Honum.

Vit vilja sera fegin, tosa og hjálpa tær, um tú hevur nakrar spurningar ella um tú ynskir at doypast.

Ynskir tú at hoyra meira um hetta, so ber til at kontakta okkum við at trýsta her.

Barnavælsignisli
Í City Church Tórshavn hava vit ikki barnadóp. Tó so hava vit barnavælsigning, har vit sum samkomufamilja standa saman við foreldrum og barni og biðja signing yvir tað. Hetta síggja vit at Maria og Jósef gjørdu við Jesus. (Lukas 2:21-40)
Og Jesus sigur sjálvur, at ikki fora børnum, tí teimum hoyrir Guds ríkið til. (Markus 10:15-16)

Ungdómsvælsignilsi
Tá tannáringar fara í 7 flokk, so verður teimum boðið at verða partur av ungdómssigning. Byrja verður fyrst í Januar og vit møtast einaferð um vikuna fram til páskir. Her koma tey ungu at hava undirvísing um hvat tað merkir, at byrja sína ferð til at blíva vaksin. Hvørja viku er eitt nýtt evnið, sum farið verður ígjøgnum. Enda verður við sjálvari ungdómssigningini, har biðið verður og tey verða signað og feiðrað av samkomuni.

✹ Kom við okkum kl. 13:00 í Reinsarínum sunnudagin ella hygg við á netinum.